Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, er bjartskygdur til dystin í kvøld, hóast liðið hjá honum er aftanfyri við einum málið eftir 2-3 tapið í Klaksvík síðsta týskvøld.
-Um vit spæla sum vit gjørdu í seinna hálvleiki í Klaksvík, har vit skaptu hópin av møguleikum og trýstu teir heilt aftur á teirra hálvu, so havi eg eina góða vón um at kunna spæla okkum víðari. Men tað krevur samstundis at allir mans kýta seg 100% og taka av møguleikunum tá ið teir koma.
-Vit komu niður her seint leygarkvøldið, og hava síðani havt nakrar góðar venjingar, samstundis sum at vit hava vant okkum við hitan seinastu dagarnar.
-Veðrið er sera gott her niðrið, slavið og lítil vindur. Veðurførsøgnin sigur millum 26-27 stig, og skýfrítt, tá ið dysturin byrjar. Tað er kanska ov heitt til onkrar av okkara leikarum, men tað skulu vit ikki brúka sum nakra undanførslu.
-Eisini hevur verið nevnt okkurt um at vøllurin ikki er av teimum allarbestu og at hann er turrur at spæla á. Men tað er líka fyri bæði liðini. So tað fáa vit ikki gjørt nakað við.
-Eg frætti annars at útselt er til dystin í kvøld. Men vit hava nakrar góðar áskoðarar við okkum úr Føroyum, sum eg vóni og vænti, fara at heppa á okkara menn og geva teimum tað síðsta sum krevst fyri at vinna í kvøld, sigur hann at enda.
Dysturin í dag niðri á Europa Point Stadium í Gibraltar byrjar kl. 16.30 føroyska tíð, og kann stroymast ella síggjast á stórskýggja í Syðrugøtu.
Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Champions League hava:
Eysturkommuna
TJ Smíð
Kreton
P/F Varðin