Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.07.2025 10:19

Víkingur í Champions League: Bergur venur aftur eftir álvarsliga skaðan

Tað varð tann 4. apríl í ár, í einum dysti í Betri deildini millum B36 og Víking, har ein ógvuslig hending fór fram í Gundadali.

Vinstri bakkur hjá Víkingi, Bergur Gregersen, varð áveg frameftir síðuni, miðskeiðis á vøllinum, tá ið hann varð so óheppin at ein mótstøðumaður kom at detta niður á beinið hjá honum meðan hann rann. Ein púra óskyldigur samanstoytur.

Hendingin fór fram heilt tætt við útskiftingsbonkin hjá B36, og sást tað á øllum brøgdum at hetta var álvarsligt, tí bæði fólk frá B36 og Víkingi vóru runnin inn á vøllin áðrenn dómarin yvirhøvur hevði floyta fyri at steðga spælinum. Tey fingu rætta uppá beinið, meðan bíða var eftir sjúkrabilinum, soleiðis at skaðin ikki gjørdist verri.

Ein skaðið, sum førdi við særi eitt sera álvarsligt beinbrot, samstundis sum at fleiri smærri brot eisini vóru í sjálvum brotinum.

Longu dagin eftir varð hann skurðviðgjørdur har læknar løgdu eina jarnplátu inní beinið fyri at binda brotini saman.

Men nú, bert 3 mánaðir seinni, er hann aftur at síggja á vøllinum í Sarpugerði. 

Eysturoyarportalurin fekk orðið á hann í gjárskvøldið. Tá sat hann inni á súkkluni og vandi, meðan liðfelagirnir vandu uttanfyri og gjørdu seg til reiðar til at møta Lincoln Red Imps. 

Hann sigur, at hann longu hevur verið úti á vøllinum og vant við bólti og runnið eitt sindur. Eisini hevur hann longu verið við uppi í venjingum saman við liðfeløgunum í ymiskum bóltspæli. 

Hann sigur, at tað hevur gingið nógv betur og skjótari við skaðanum enn vænta var frammanundan. Læknarnir eru bilsin av hvussu væl tað hevur gingið, sigur hann.

Enn er tó ein stór jarnpláta við skrúvum innanfyri í beininumn, men hon darvar hann sum so ikki. Um hon verður sitandi í ella verður tikin úr einaferð er ikki endaliga greitt enn.

Vónirnar at spæla á besta liðnum aftur í ár eru góðar, sigur hann. 

Steypafinalan er í oktober, og sigur hann, at tað kundi verið stuttligt at verið heilt klárur til tað tíð. 

Men fyrst og fremst er at koma í orduligan form aftur og samstundis stuðla liðfelagunum so væl sum man kann, nú tey skulu út í Evropa at spæla, sigur hann at enda.

Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Champions League hava:

Eysturkommuna

TJ Smíð

Kreton