Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.02.2026 23:02

Víkingur hevur havt aðalfund

Mynd: Víkingur

Víkingur skrivar soleiðis:

Týskvøldið 17. februar var árligi aðalfundurin hjá Víkingi. Uppmøtingin var góð – eini 50 fólk.

Svenn Olsen varð valdur til fundarstjóra og Elin Vatnhamar Olsen til skrivara.

Skráin til fundin var sambært viðtøkum felagsins.

Formaðurin Brandur Jacobsen greiddi frá gongdini í felagnum – bæði bygnaðarliga og ítróttaliga.

Felagið hevur umleið 450 aktivar limir – 300 børn og 150 vaksin.

Grundarsteinurin í felagnum er framvegis tað sjálvbodna arbeiðið, har vit eiga eitt ótal av fólki, sum leggja óløntar tímar í Víking.

Roknskapurin var lagdur fram og góðkendur. Ársúrslitið fyri 2025 var positivt.

Tríggir nevndarlimir stóðu fyri valið; Hanna Erlingsdóttir Olsen, Petur Asbjørn Lervig og Edith Dam Vang. Tey stillaðu øll uppaftur og vóru afturvald.

Elin Vatnhamar Olsen, sum hevur verið í nevndini síðani 2017, hevði ynski um at sleppa úr nevndini. Fyri hana bleiv Arna Vatnhamar vald inn. Formaðurin takkaði Elini fyri hennara stóra arbeiði seinastu níggju árini.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:

Brandur Jacobsen, formaður

Hanna Erlingsdóttir Olsen, næstforkvinna

Arna Vatnhamar, skrivari

Jeffri Olsen, nevndarlimur

Edith Dam Vang, nevndarlimur

Petur Asbjørn Lervig, nevndarlimur

Nú síggja vit fram til kappingarárið 2026!

– Nevndin.

Jeffri Olsen vantar á myndini.

Spjaldur