Tað man verða stuttligt at verða víkingur í hesum døgum. Kvinnurnar hjá felaganum løgdu sjógv ímillum seg og argastu kappingarneytarnir, KÍ, í gjár við einum 1-0 sigri í Sarpugerði. Nú eru tær 4 stig fremst, nú farið er í summarferiu.
Og seinnapartin í gjørdu mennirnir hjá besta liðnum kvinnunum eftir og løgdu seg einsamallar fremst, við at vinna ein sannførandi 4-0 sigur á EB/Streymi.
Málini hjá Víkingi skutu, Poul Kallsberg (50. min), Olaf Bárðarson (65. min), Ingi Jonhardsson (83. min) og Arnbjørn Svensson (90. min).
Komandi hósdag er toppdystur á skránni, tá ið HB kemur á vitjan í Sarpugerði í landskappingini. Eftir tað, fer Víkingur til Letlands har teir 11. juli skulu spæla móti FK Liepāja í UEFA Europa Conference League.
Úr víkingaleguni frættist, at nógv umrødda passi hjá Géza Dávid Turi er nú við at verða komið í rættlag. Géza hevur fingið at vita, at hann fær danskt/føroyskt pass og verður tað síðst í hesum árinum. Og tí fara vit allarhelst, at síggja hann í føroysku landsliðstroyggjuni innan alt ov langa tíð.
Deil á Facebook