Seinna hálv-finalan í steypakappingini hjá monnum millum Víkingur og HB, sum skuldi verið leikt í kvøld kl. 17.30, er enn einaferð útsett vegna veður.
Veðurforrsøgnin sær ikki so góð út, við miðalvindi á uml. 15 m/s, í hvirlunum møguliga nakað meira og regn.
Ístaðin verður dysturin leiktur í morgin, fríggjakvøldið kl. 17.30.
Upprunaliga var dystur leiktur tann 19. juni, men var bálstur av vegna sera nógvan vind í Sarpugerði.
Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 2. november.
Deil á Facebook