Mennirnir hjá Víkingi vunnu í kvøld ein kærkomnan sigur í Meistaradeildini hjá monnum.
Úrslitið gjørdist 2-1 til teir ljósabláu úr Gøtu/Leirvík, eftir at HB hevði lagt seg á odda í 61. minutti við málið frá Storm Pettersen. Umleið 10 minuttir seinni javnaði Arnbjørn Svensson, og tríggjar eftir tað skeyt blaðungi høgribakkur, Jósef Gleðisheygg, sigursmálið fyri Víking.
Meistaradeildin: Víkingur – HB
Myndir: Myndir: Pætur E. Jacobsen/ Eyp.fo

































