Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.12.2025 15:37

Víkingur fingið nýggjan málmansvenjara

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Hóast tað enn ikki er almannakunngjørt enn, so er alt komið uppá pláss.

Tróndur Vatnhamar verður nýggjur málmansvenjari hjá bestaliðnum hjá monnum hjá Víkingi.

Ein 1-ára sáttmálið er avtalaður, har hann kemur at venja málmennirnar -Bárður á Reynatrøð og nýggja eykamálverjan Niklas Thomsen.

Við Eysturoyarportalin sigur Tróndur Vatnhamar, at hann gleðir seg til nýggju uppgávuna.

– Hetta er sum næstan at “koma heim”! Eg eri hálvur leirvíkingur og havi havt LÍF tætt inná kroppinum síðani eg varð føddur. Og nógvir í familjuni hjá mær í Leirvík hava spælt við LÍF.

-Og so verður tað sjálvandi eisni spennandi at sleppa, fyri fyrstu ferð nakrantíð, at verða í sama parti sum Sølvi systkinabarnið!

Tróndur hevur seinastu árini verið málmansvenjari hjá B68. Áðrenn tað hevur hann m.a. eisini verið málmansvenjari í bæði B36 og HB.