Í kvøld gjørdist tað greitt, at teir ljósabláu úr Eysturkommunu skulu til Belfast, har Linfield FC bíðar.
Í 2. umfari av UEFA Conference League dystinum á Windsor Park í Norðurírska høvuðstaðnum í kvøld, vann Linfield FC í kvøld 2-0 á Zalgaris Vilnius úr Litava.
Fyrri dysturin teirra millum endaði 0-0.
Dystirnir, í 3. umfari í UEFA Conference League, millum Víking og Linfield FC, verða leiktir 7. og 14. august.
Víkingur eigur heimadyst 7. august á Tórsvølli.