Lesarabræv
Tórbjørn Jacobsen leggur meg í lesarabrævi í dag undir at lúgva undir viðgerðini av løgmansrøðuni fríggjadagin í síðstu viku.
Eg taki væl ímóti rættleiðingum, men skilji ikki, at hetta skal gerast við vendingum, har eg eisini verði løgd undir at framleiða falstíðindi, fake news, bæði nú og sum journalistur fyri fleiri árum síðani – og at hava eina fjalda politiska dagsskrá.
Hví Tórbjørn Jacobsen hevur hesa trongd at vevja hesa karaktermyrðing og niðurgerðing av mær uppí rættleiðingina, veit eg ikki. Men lat tað fara. Tað má standa fyri hansara egnu rokning.
Tølini eg brúki í røðu míni eru frá nevndarviðgerðini av uppskotinum um løn undir útbúgving, sum bleiv samtykt í vár.
Tølini liggja alment frammi undir nevndarskjali B1 á heimasíðu løgtingsins. Sí:
Rætt er, at eg kundi verið neyvari í míni røðu fríggjadagin og heilt ítøkiliga nevnt, at talan er limir hjá Heilsuhjálpararfelagnum, sum eru ófaklærd.
Eg innleiddi tó brotið í røðu míni við at nevna, at eg sjálv eri ein teirra, sum havi virkað sum ófaklært hjálparfólk í summar. Tað var tann bólkin av starvsfólkum, eg sipaði til í røðu míni. Tað finnast ikki ófaklærdir heilsurøktarar ella ófaklærdir sjúkrarøktarfrøðingar.
Tað eru ófaklærdu hjálparfólkini, sum vit ynskja at útbúgva til eldraøkið. Tað er eisini so, at vit, ófaklærdu starvsfólk á eldraøkinum, verða lønt eftir sáttmálanum hjá Heilsuhjálparafelagnum, ikki hjá heilsurøktarunum ella sjúkrarøktarfrøðingunum, tí har eru bara útbúnir limir.
Talið er heldur ikki heilt eksakt, tí tað kann hugsast, at fleiri at teimum ófaklærdu heilsuhjálparunum ikki eru limir í felagnum, hóast tey arbeiða á økinum.
Niðanfyri er brotið úr røðu míni um eldraøkið:
“Eg havi brúkt stóran part av summarfrítíðini uppá at arbeiða á einum røktarheimi í Havn. Sum ófaklært hjálparfólk.
Tað hevur verið gevandi og læruríkt uppá so nógvar mátar. Og so sera lívsjáttandi.
Men eldraøkið er sera spert – og veruleikin er tann, at økið koppar, um ófaklærda arbeiðsmegin verður tikin úr økinum at útbúgva seg. Tað mangla starvsfólk, serliga faklærd starvsfólk.
Starvsfólk á eldraøkinum veita røkt, sum er alt annað enn “bara” vanlig persónlig røkt. Vit tosa um kompliseraða sárviðgerð, diabetes, demens, psykiskar avbjóðingar, og mangt, mangt annað, sum krevur fakkunnleika at bæði observera og viðgera. Tað krevur útbúgving.
Tíverri er langt ímillum útbúnu arbeiðsmegina. Í Tórshavnar kommunu vóru meira enn helvtin av starvsfólkunum ófaklærd í 2020, 53%. Á Skálafjørðinum næstan líka nógv, 51%.
Tað er átroðkandi neyðugt, at tey, sum arbeiða í eldraøkinum, kunnu fara undir útbúgving meðan tey eru í teirra egna starvi. Annars gongur tað út yvir fyrst og fremst búfólkini, okkara eldru borgarar, men tað fer eisini at gera arbeiðsbyrðuna ómenniskjaliga tunga hjá teimum, sum eru eftir til arbeiðis.
Vit mugu tí gera útbúgvingarskipanina so smidliga og ómakaleysa fyri ófaklærdu starvsfólkini á eldraøkinum sum yvirhøvur gjørligt.
Vit mugu viðurkenna, at tey, sum eru í starvi á eldraøkinum, eru í stóran mun kvinnur, sum eru komnar nakað til árs, hava familju og børn – og tí ikki bara kunnu skrykkja teltpelarnar upp og flyta alla familjuna fyri at nema sær útbúgving.”
Vónandi kunnu vit saman – kommunur, land og útbúgvingarstovnar – taka felags tøk fyri at tryggja vælferðina hjá okkara eldru borgarum, bæði nú og framyvir.
Liljan Weihe
Tingkvinna, Tjóðveldi