Sunda kommuna
Á býráðsfundi í kvøld varð einmælt samtykt at víðka plássið í kirkjugarðinum við Norðskála.
Leingi hevur tørvur verið á einari víðkan av kirkjugarðinum við Norðskála. Brim Arkitektar hava arbeitt við einum uppskoti, og víðkanin av kirkjugarðinum hevur verið í útboði.
Trý tilboð og eitt alternativ komu inn uppá arbeiðið. Sp/f Urtagarðstænastan hevði lægsta tilboðið, og býráðið hevur einmælt samtykt at fara undir samráðingar við Sp/f Urtagarðstænastuna um arbeiðið.
Í víðkanini verða eftir ætlan 58 nýggjar dupultgravir. Arbeiðið fer í gongd í summar.