Mynd: Eysturoyarportalurin
Finalan í VFF Cup var í dag leikt á Tórsvølli ímillum HB og Víking. Áðrenn dystin høvdu bæði liðini ikki tapt nakran dyst í VFF Cup. Og tann støðan broyttist heldur ikki. eftir dagsins dyst.
Dysturin endaði 2-2, eftir at HB hevði lagt seg á odda 2-0. Men beint áðrenn dómarin Petur Reinert floytaði til hálvleik fekk Víkingur minkað um munin, tá Olaf Bárðason hevði síðsta fótin á.
Í seinni hálvleiki kom bert eitt mál, og tað skeyt Andreas Lava Olsen eftir gott innlegg frá Olaf Bárðasyni. Tilkskil mátti brotssparkskapping til, og tá dróg HB longra stráðið og vann 4-2 og tilskil eisini VFF Cup 2023.
Brotsspørkini:
0-0 Gunnar Vatnhamar (málverjin bjargar)
1-0 Adrian Justinussen
1-0 Finnur Justinussen (uppum og við síðuna av)
2-0 Viljormur Davidsen
2-1 Martin Joensen
3-1 Áki Samuelsen
3-2 Aron Ellingsgaard
4-2 Mikkel Dahl
Liðið hjá Víkingi: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Ingi Jonhardsson, Geza Turi, Árni Nóa Atlason, Olaf Bárðason, Sølvi Vatnhamar – Andreas Lava Olsen
Seinni komu hesir inn: Finnur Justinussen, Aron J. Ellingsgaard, Poul Kallsberg, Martin Klein og Signar á Brúnni.
