Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.12.2025 17:03

Veteranurin tekur eitt ár afturat

Savnsmynd (Eyp.fo)

Víkingur skrivar:

Tað er við gleði at vit kunnu kunngera, at Sølvi Vatnhamar tekur enn eitt ár í ljósabláu troyggjuni.

Sølvi er millum royndastu leikarar í deildini, og hansara innsatsur liggur ongantíð eftir. Í Sølva fáa okkara yngru leikarar eisini ein leiðara, ið gongur undan og vísir vegin.

Vit kenna øll Sølva, so ikki er neyðugt at leggja so nógv afturat, enn at ynskja honum tillukku við nýggja sáttmálanum.