Filmsfelagið
Mikudagin sýnir Filmsfelagið filmin Vermiglio, sum er italska Oscaruppskotið í ár. Filmurin fekk eisini dómsnevndarvirðislønina í Venezia og Silvurbjørnina í Berlin.
Leikstjóri er italska Maura Delpero (f.1975), sum er fødd í Bolzano, hevur lisið bókmentir í Bologna og Sorbonne í París, men fór so at lesa film í Buenos Aires.
Fyrsti spælifilmur í fullari longd, Maternal, kom i 2019 og bygdi á royndir hennara sum lærari á argentinskum skúlum, nevndir hogars, har ungar møður, ið flestu vóru tannáringar, gingu.
Vermiglio er ein hugtakandi vøkur ættarsøga úr italsku Alpunum, ið verður brett út á løriftinum fyri okkum kring tey seinastu krígsárini.
Annar Verðaldarbardagi er um at enda.
Ein ungur rýmingur úr Suðuritalia, Pietro, sleppur at goyma seg í fjósinum.
Øll eru spent at møta honum, ikki minst elsta dóttirin í húsinum. Men innan kærleikin sleppur at spretta teirra millum, fær søgan eina óvæntaða vend.
Samstundis sannar húsbóndin, ið er lærari, at tað er ikki longur hann áleina, ið ger av, hvussu lívið á garðinum skal laga seg.
Vermiglio vann tríggjar virðislønir á altjóða filmstevnuni í Venezia og eins nógvar italskar Donatello virðislønir, m.a. sum besti filmur í ár.
Peter Bradshaw, okkara ummælari á The Guardian, sigur: ”It is wonderfully acted with unaffected naturalism by its cast of professionals and newcomers and plays an extravagant, almost shameless pizzicato on the audience’s heartstrings.”
FILMSFELAGIÐ 24/9 kl 20:00 Vermiglio (Maura Delpero, Italia 2025 119 min)