Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.01.2025 20:22

Verjuskansin longt við EB/Streym

Mynd: EB/Streymur

EB/Streymur

EB/Streymur og Andras Ólason Olsen hava skrivað undir sáttmála fyri 2025.

29 ára gamli liðformaðurin og verjuskansin Andras Ólason Olsen fer nú undir sítt 10 ár á besta mansliði felagsins. Andras fekk sínar fyrstu minuttir á betriliðnum í 2015 og síðani 2020 hevur hann verið liðformaður. Stóri og sterki verjuleikarin hevur higartil leikt 214 dystir og skorað 17 mál fyri felagið. Hann er stýrimaðurin í verjuni og ein brandur í luftspælinum – bæði í verju- og álopsstøðum.