Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.01.2023 13:29

Verjuskansi tekur eitt tørn afturat

Mynd: B68

Stóri og sterki miðverjin Aidan Lui er aftur á Toftum. Hann hevur skriva undir ein 2 ára sáttmála.

Aidan kom upprunaliga úr Superligahópinum hjá Vejle Boldklub til B68 í februar 2022. Eftir at síðsta kappingarár var liðugt, so var tað ikki nakað, sum lá í kortunum, at hann skuldi halda áfram á Toftum.

Sjálvur sigur Aidan Lui soleiðis til heimnasíðuna hjá B68:

Tilboðini ymsastaðni frá hava ikki mangla, men B68 eigur eitt serligt pláss hjá mær, tí rómurin rundanum felagið, – Reyði Pantarin, venjaratoymið, nevnd og umstøðurnar kring felagið eru heilt fantastiskar.

Eg eri klárur at fara til arbeiðis og eg eri sera spentur uppá komandi tvey árini í B68.