Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.07.2025 23:13

Verið á øllum fjallatoppum í Føroyum – heili tríggjar ferðir

Knúkur, sum Marion plagar at ganga niðan á, hómast onkustaðni í mjørkanum (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Tann dagin hon fylti 70 ár, dýrabiðjudag 16.mai í ár, hátíðarhelt hon sín føðingardag við sínum allar nærmastu, við at stíga upp á seinasta toppin, av teimum íalt 340 føroysku fjallatoppunum, Sunnarafjall á Eiði – á triðja sinni.

Dagurin var hildin í sera góðum summarveðrið. Borðreitt varð við kakao og bollum og øðrum leskiligum, á fløtuni við Eiðisvatn, beint niðanfyri fjallatoppin.

Málið varð rokkið! Hon hevði nøkur ár frammanundan sett sær sum mál, at klára allar fjallatopparnar á triðja sinni, áðrenn hon gjørdist 70 ár. 

Marion Leifsdóttir er búsetandi í Leirvík, men er upprunaliga úr Syðrugøtu. Hon er útlærd námsfrøðingur og arbeiðir í dag í Frítíðarheiminum á Gásamýru, sum liggur miðskeiðis í bygdini í Leirvík.

Har ansar hon eftir teimum yngstu børnunum, og hettar dámar henni sera væl. Best dámar henni at verða úti við børnunum og gera ymiskt virksemið úti í náttúruni. So sum at ganga túrar, fiska á kaiini og spæla í ánni.

Ferðin á fjøllinum

Hon sigur, at hon byrjaði at telja toppar í 2012. Men nakað áðrenn tað, var hon byrja í Eysturoyar Gongufelag. Har gingu hon og onnur í felagnum tó mest vanligar túrar í haganum, runt landið.

Men hon sigur, at tað broyttist eftir at hon var til eina Tjóðskapargonga á Kalsoyggini. Eini 110 fólk vóru við til hesa gonguna.

Hon fór við, mest sum bert av forvitni, fyri at fregnast hvat hetta var fyri nakað. Og har kom hon í samband við fólk sum fóru til gongu upp á fjallatopparnar og høvdu tað sum sítt mál.

Eftir hendan túrin, fekk hon íblásturin, og setti sær sum mál, at røkka øllum toppunum í Føroyum.

Hon sigur, at hon gjørdist veruliga bitin av hesum lívsháttinum, at ganga í fjøllunum. 

Tað var serliga tað, at verða úti í fríu náttúruni, anda frísku luftin, at sleppa at røra seg, sum dró. Og so var tað eisini tann vælveran sum ein fekk, eftir ein tílíkan túr. 

Hetta gav henni eitt nøgdsemi, sum hon ikki orduliga kann ella dugur at greiða frá.

Frá tí, at hon byrjaði fyrstu ferð at ganga miðvíst á allar 340 fjallatopparnar í Føroyum, tók tað henni 5 ár. 

Serliga avbjóðandi vóru fjøllini norðanfyri, sigur hon. 

Í Norðoyggjum er tað serliga bratt, grýtut og illgongt mestsum allastaðni uppi í hæddunum.

Har var Pól Sundskarð ein góður ferðaleiðari og hjálpti nógv til, fyri at gera trygdina hjá henni so góða og trygga sum møguligt, sigur hon.

Oyggjarnar, Koltur og Lítla Dímun, vóru avbjóðandi at ferðast til og frá. Tað var ferðasambandið sum gjørdi tað. Og var tað eisini drúgt at bíða eftir at sleppa út á Lítlu Dímun. Har var bíðilistin so ógvuliga langur, sigur hon. 

Men í mai 2019 eydnaðist tað so enduliga, og slapp hon út á oynna. Og nakrar vikur seinni varð síðsti toppurin náddur. Tað var tann 12. juni í 2019. Og tað var Fjallið í Koltri, sum fjallið eitur og er lægsta fjall í Føroyum, við sínum 101 metrum.

Eftir at hon varð liðug at ganga fyrsta “túrin” allar fjallatopparnar, avgjørdi hon, at fara ein túr afturat. 

Hetta var undir koronatíðini, tá ið fólk høvdu so góða tíð til alt møguligt. Og hon var ikki nakað undantak. 

Hon føldi, at hetta við at ganga gav nakað eyka í hennara lívið, samstundis sum at hon nú eisini varð vorðin ein “guide” ella “mentor” fyri onnur fjallafólk. Fólk sum høvdu somu áhugamál sum hon, og sum eisini vildu vitja fjallatopparnar. 

Seinni “túrurin” uppá allar fjallatopparnar tók henni bert tvey ár. Síðsti toppurin var Slættaratindur, sum eisini er hægsta fjall í Føroyum, og varð náddur í 2021.

Marion á Fjallinum í Koltri. Fyrsti “túrurin” at vitja allar fjallatopparnar er náddur. (Mynd: privat)

Einaferð mundi enda galið

Hóast, næstan óteljandi túrar í fjøllinum, so sigur hon, at hon ongantíð er dottin ella hevur meitt seg. 

Hon var tó einaferð nær við. Tað var ein januar mánað, hon fór upp á Ørvísfelli á Streymoynni. Tað var kalt og gler upp í hæddinum. Og har var nakað bratt omanav. 

Hon sigur, at hon fór á glið. Men til alla lukku fekk hon krøkt allar fingrarnar í glerið/kavan og helt so rimmarfast sum hon yvirhøvur kundi. Hon fekk so spakuliga fótafesti aftur og slapp snikkaleys frá hendingini. Men tá mundi og kundi enda galið, sigur hon.

Tað er einastu ferð, sum hon kann minnast, at veruligur vandi hevur verið á ferð upp í hæddunum.

Ikki bert fjallatoppar 

Hon gongur tó ikki bert fjallartoppar. Hon sigur, at hon gongur eisini vanligar fjallatúrar, og er uppi á Knúki, fjallið omanfyri heimbygdina Leirvík, umleið einaferð um vikuna. 

Eisini gongur hon á øðrum fjøllum í nærumhvørvinum, so sum á Støðlafjalli og øðrum fjøllum har á leiðini.

Tað er alt árið, hon gongur hesar túrar. Eisini tá ið tað er kalt, kavi og illfýsi. 

Hon sigur, at tað er torført at greiða frá júst hví hon ger soleiðis, men at tað er nakað sum hon følir hon má gera. 

Tað hjálpir henni at slappa av og finna ein innara frið. Tað gevur henni nakað serligt, sum ikki orduliga kann greiðast frá. Tað er blivið ein lívsstílur hjá henni.

Hon ferðast tó ikki bert niðan á fjøll og á fjallatoppar. Hon gongur eisini nógvar túrar, sum t.d. eftir gamla Leirvíksvegnum har hon er ofta. 

Súkklan verður eisini nógv brúkt

Og um hon ikki er til gongu, so súkklar hon sær ein túr. 

Fyri nakað av tíð síðani keypti hon súkkluna frá dótturini, sum hon hevði brúkt til at súkkla við í Team Rynkeby.

So, tá ið tað antin er mjørki ella ikki gangandi í fjøllunum, so fer hon ein túr á súkkluna. 

Bara síðsta hósdag súkklaði hon sær ein túr á heili 70 km. Hon sigur, at hon setti bilin á Oyrabakka.  Síðani súkklaði hon til Kvívíkar, síðani til Leynar og Skælings, og so aftur til Oyrabakka og til Oyrar. 

Henni dámar ótrúliga væl at gera tílíkar túrar. Og tað er nakað sum hon ger javnan, sigur hon.

Dyppar eftir hvønn fjallatúr

So er hon eisini og dyppar eftir hvønn fjallatúr. Mest er tað á Syðrugøtusandi. 

Men um hon hevur gingið okkurt fjall norðanfyri, so dyppar hon í Árnafirði. Har er deiligt og væl ber til at dyppa, sigur hon. 

Eisini er hon onkuntíð á Leynasandi. Meðan tá ið hon hevur verið í Suðuroy, so hevur hon verið í Sandvík og dyppa. 

Hon sigur, at tað hjálpir serliga væl ímóti andsperr, tá ið vøddarnir eru eymir og stívir aftan á ein langan fjallatúr, at fara at dyppa í kalda sjónum.

Familjan fyllir nógv

Hóast nógva tíð úti í náttúruni, so hevur hon eisini tíð til bæði ommubørnini. Hon sigur, at tað er fantastiskt at ommast og fer nógv tíð saman við ommubørnunum. 

Serliga hálvtannað ára gamli ommusonurin dámar væl at vitja ommuna. So nógv tíð fer saman við teimum um dagarnar.

Marionn dylir ikki fyri, at hesin sokallaði lívsstílurin, sum hon livur, kanska ljóðar ørur í oyrunum hjá summum. Kanska hann ikki er fyri øll, sigur hon við einum stórum smílið.

Men hon sigur í sama andadrátti, at hetta er tað sum gevur henni eina góða lívsgóðsku og eina meining við lívinum. Og at hetta, følir hon, er gott fyri bæði sál og sinn hjá henni. 

Og hon ætlar at halda áfram við hesum, so leingi sum kroppurin orkar og loyvir tí, sigur hon at enda.

Her síggjast øll fjøllini og fjallatopparnir í Føroyum:

Nr.FjallOyggjHædd
1SlættaratindurEysturoy880m
2GráfelliEysturoy856m
3VillingadalsfjallViðoy841m
4KúvingafjallKunoy830m
5TeigafjallKunoy825m
6KunoyarnakkurKunoy819m
7HavnartindurKunoy818m
8UrðafjallKunoy817m
9MiddagsfjallKunoy805m
10SvartbakstindurEysturoy801m
11BlámansfjallEysturoy790m
12KoppenniStreymoy789m
13NestindarKalsoy788m
14MúlatindurEysturoy786m
15ØrvisfelliStreymoy783m
16MalaknúkurStreymoy777m
17Norðanfyri LokkaskarðBorðoy772m
18GalvsskorafjallKunoy768m
19SkælingurStreymoy767m
20ReyðafelstindurEysturoy764m
21MelinStreymoy764m
22HalgafelstindurEysturoy757m
23MosarøkurStreymoy756m
24Nakkurin, norðariViðoy754m
25LokkiBorðoy754m
26Sandfelli, OyndarfjørðurEysturoy754m
27Sandfelli, GjógvEysturoy752m
28Norðanfyri BlámansfjallEysturoy751m
29MalinsfjallViðoy750m
30SornfelliStreymoy749m
31Omanfyri KlivsdalBorðoy747m
32SneisStreymoy747m
33BotnstindurKalsoy744m
34Norðanfyri KvíggjaskarðBorðoy739m
35BlábjørgEysturoy732m
36VaðhornEysturoy727m
37ÁrnafjallVágar722m
38DalkinsfjallEysturoy719m
39ÁrnadalstindurStreymoy718m
40EysturtindurVágar715m
41StígarnirStreymoy710m
42Suður á NakkiKunoy703m
43GomlumannatindurEysturoy703m
44VíkartindurStreymoy703m
45GívrufelliStreymoy701m
46GríslatindurKalsoy700m
47HjarðardalstindurEysturoy699m
48Knúkur, OyriEysturoy699m
49HúsafjallEysturoy695m
50Heyggjurin MikliStreymoy692m
51MyrkjanoyrarfjallBorðoy689m
52FilthatturinViðoy688m
53OyggjarskoratindurViðoy687m
54SkerðingurEysturoy687m
55Fjallið millum BotnarStreymoy686m
56MalinstindurVágar683m
57DepilsknúkurBorðoy681m
58GjógvarafjallEysturoy678m
59JatnagarðarVágar676m
60ReynsatindurVágar676m
61HúgvanStreymoy674m
62NúgvanStreymoy667m
63MúlinStreymoy663m
64LágafjallStreymoy663m
65BøllufjallStreymoy658m
66Miðalfelli, NorðskáliEysturoy655m
67EnniViðoy651m
68EggjarmúliStreymoy651m
69GívrufjallStreymoy649m
70HáfjallBorðoy648m
71LokkafelliEysturoy646m
72SnæfelliBorðoy644m
73KlubbinKunoy644m
74HattardalstindurKalsoy644m
75TosskorarhornStreymoy644m
76GiliðtrítitindurVágar643m
77KnúkurBorðoy642m
78KrúnufjallBorðoy642m
79BorginStreymoy642m
80RitafjallEysturoy641m
81Tyril, GøtaEysturoy639m
82LoysingafjallStreymoy639m
83HøvdinStreymoy635m
84SneisViðoy634m
85VørlufjallStreymoy633m
86KnattarheyggjurVágar630m
87HúsafelliEysturoy626m
88PostulakirkjaStreymoy626m
89SlætnatindurEysturoy625m
90GøtunestindurEysturoy625m
91MoskursfjallStreymoy624m
92SnubburnarStreymoy623m
93NavirnarStreymoy622m
94KlubbinFugloy621m
95LandsuðursfjallBorðoy621m
96SátanStreymoy621m
97EgilsfjallStreymoy618m
98SnældansfjallVágar617m
99BollinStreymoy616m
100MansseturEysturoy615m
101StallurStreymoy614m
102PætursfjallStreymoy613m
103SigatindurEysturoy612m
104HeinanøvaVágar612m
105Kambur, StrendurEysturoy611m
106GluggarnirSuðuroy610m
107ToftaknúkurBorðoy607m
108GásafjallKalsoy606m
109VitinStreymoy605m
110eystanfyri HerðablaðiðSuðuroy605m
111MiddagsfjallEysturoy601m
112LangafjalIStreymoy599m
113MiðalfelIiStreymoy596m
114JógvansfjallVágar595m
115BreiðistíggjurVágar594m
116TunnafjallViðoy593m
117MiðfjallBorðoy593m
118MjóstíggjurSuðuroy592m
119FýramarkaknúkurBorðoy591m
120HeimarafjallKalsoy591m
121HornEysturoy591m
122JatnagarðurVágar591m
123HúsafelliVágar591m
124Knúkurin, SaksunStreymoy589m
125KaldbakskamburStreymoy588m
126HavnartindurSvínoy586m
127BølIufjalIStreymoy584m
128MiðardalstindurKalsoy579m
129TindurStreymoy579m
130HádegisfjallKalsoy576m
131KrosstindurVágar574m
132BorgarknappurSuðuroy574m
133Sandfelli, OyriEysturoy572m
134FjalIið LitlaStreymoy572m
135GásafelliVágar572m
136HeldarstindurVágar572m
137BorginEysturoy571m
138Borgin, VágurSuðuroy570m
139GalvurinSuðuroy569m
140StórafjallEysturoy567m
141MýlingurStreymoy564m
142HæddinBorðoy563m
143TungufelliVágar563m
144LítlafelliEysturoy562m
145KnúkurMykines560m
146HvannafelliSuðuroy560m
147TalvborðViðoy557m
148SlættafelliEysturoy553m
149KlubbinKalsoy551m
150StiðjafjalIStreymoy547m
151Nakkur, TrungisvágurSuðuroy547m
152Kambur, FuglafjørðurEysturoy545m
153KrossafelliVágar545m
154BorgarfelliEysturoy543m
155BorgarinKalsoy537m
156SandfelIiStreymoy537m
157TindurBorðoy535m
158Tyril, GjógvEysturoy535m
159TungulíðfjalIStreymoy535m
160GlopprókinSuðuroy535m
161BúrhellaBorðoy534m
162SkoratindurEysturoy529m
163HøgøkslSuðuroy525m
164NøvKalsoy524m
165BerinartindurVágar524m
166KlórarinEysturoy523m
167GrímstaðfjallVágar523m
168TólvmarkaknúkurBorðoy519m
169StøðlafjallEysturoy517m
170HøgafjallVágar515m
171VatnsdalsfjallVágar514m
172Tindur, TrungisvágurSuðuroy514m
173RóvinEysturoy513m
174MølinViðoy511m
175Miðafelli, SøldarfjørðurEysturoy505m
176TindurEysturoy503m
177HálgafelliBorðoy502m
178Høvdin uttanfyri EyrgjógvVágar502m
179SlættafjallKalsoy500m
180RitufelIiStreymoy499m
181LambaregnEysturoy495m
182TempulskletturSuðuroy493m
183KonufelIiStreymoy491m
184Bustin, FroðbaSuðuroy487m
185LaðanfelliSuðuroy487m
186KnavinVágar485m
187AltariðEysturoy483m
188Fjallið, StrendurEysturoy483m
189Kambur, FroðbaSuðuroy483m
190VágfelliSuðuroy483m
191MjóstíggjurEysturoy482m
192NakkurinViðoy481m
193DylIanStreymoy481m
194MurufelliStreymoy479m
195TindurSandoy479m
196GásafelIiStreymoy477m
197Uppi á OyggjKoltur477m
198LítlafjallKunoy471m
199PrestfjallSuðuroy471m
200HægstafjalIStreymoy470m
201BeinisvørðSuðuroy470m
202Fjallið, GjógvEysturoy469m
203Fjallið MiklaSuðuroy469m
204RógvukollurVágar464m
205KeldufjallSvínoy463m
206Knúkur, vestariSvínoy463m
207Knúkur, LeirvíkEysturoy463m
208SpáafelliSuðuroy462m
209GásafelliBorðoy461m
210KnúkurSvínoy460m
211VarðabrúgvinSandoy460m
212SkálafjallEysturoy459m
213BolafløtturVágar458m
214RossafelliStreymoy453m
215SkorarnarSandoy452m
216EystfelliFugloy449m
217EindalsfjallVágar449m
218PætursfjallSandoy447m
219KletturKunoy444m
220MúlinSvínoy443m
221Tungufellið LítlaVágar443m
222OyrnafjallSuðuroy443m
223HøguskorarSuðuroy440m
224ByttufelliKalsoy439m
225SpinarnirSuðuroy439m
226HeðinsskorarfjallMykines433m
227RávanSuðuroy432m
228VatnfelliStreymoy429m
229Borgin, SandvíkSuðuroy429m
230NónfjallSuðuroy427m
231YtriheyggjurStreymoy425m
232EnniSuðuroy424m
233MølinVágar423m
234MiddagurSvínoy422m
235OyndfjarðarfjallEysturoy421m
236MúlinHestur421m
237EggjarrókHestur421m
238Fjallið, VelbastaðStreymoy417m
239KolheyggjurinSuðuroy415m
240RávanLítla Dímun414m
241KlakkurBorðoy413m
242EiriksfjallSandoy412m
243EndinSandoy40lm
244HeimariheyggjurStreymoy409m
245KneysurinSandoy404m
246Túgvan i HalgafelliSuðuroy400m
247Gásafelli, HaldarsvíkStreymoy399m
248VestfelliSandoy397m
249StórafjallSandoy396m
250HøgoyggjStóra Dímun396m
251BorðyarnesBorðoy392m
252AntinisfjallVágar392m
253KnúturSkúgvoy392m
254SkorinSkúgvoy391m
255RossakletturSuðuroy389m
256ÁrndalsfjalIStreymoy382m
257Tindurin, SumbaSuðuroy379m
258RitubergsnøvaVágar376m
259SkálafjallSuðuroy374m
260VørðanSandoy373m
261EggjarkletturNólsoy372m
262EgginSuðuroy372m
263KnúkurSandoy369m
264NónfjallVágar367m
265LambafelliStreymoy366m
266GlývrabergsnasiSuðuroy366m
267FjalliðSandoy362m
268SiglifelliSuðuroy359m
269RútafelliSuðuroy356m
270SkúvoyarfjallSandoy354m
271Bustin, SandvíkSuðuroy353m
272EiðiskollurEysturoy352m
273Uppi á ManniNólsoy352m
274KlubbinVágar352m
275KirkjubøreynStreymoy351m
276LírisfelliVágar351m
277ÁrnafjallMykines350m
278Fjallið, SandvíkSuðuroy350m
279ReyniðStreymoy349m
280KagukletturSuðuroy347m
281LómfelliStreymoy345m
282HúsareynStreymoy345m
283GjógvaráfjallSuðuroy345m
284EysturhøvdiðSvínoy344m
285MiddagsfjallVágar343m
286KjølurBorðoy342m
287Nakkar, SandvíkSuðuroy330m
288KnúkinSuðuroy329m
289GrímsfjallSuðuroy327m
290Nakkur, FroðbaSuðuroy325m
291HólmsskorafjallSuðuroy322m
292UttarafjallSuðuroy320m
293BøllufjallSandoy312m
294Á KlettiStóra Dímun308m
295KirkjubøkamburStreymoy306m
296Suður á FjaIliVágar305m
297GlyvrafjallEysturoy303m
298Tindur, VágurSuðuroy298m
299HægstafjalIStreymoy296m
300MelinStreymoy293m
301HúgvanStóra Dímun288m
302SundsnøvaVágar286m
303SkálinSuðuroy286m
304SkornasakletturSuðuroy286m
305EystarafjallSuðuroy285m
306VørufelliVágar284m
307HæddinEysturoy274m
308TvørfelliStreymoy273m
309GleðinSandoy271m
310RavnsinsfjallVágar269m
311HeiðafjallSandoy266m
312HøgaleitiEysturoy264m
313KvívíksskoranøvaVágar263m
314Fjallið, TrungisvágurSuðuroy259m
315KlettarnirSkúgvoy256m
316NakkurinSandoy251m
317VørðanSuðuroy237m
318KirviSuðuroy236m
319LambakletturSuðuroy235m
320SkúvafjallNólsoy234m
321GásafelliEysturoy231m
322Fjallið, TórshavnStreymoy222m
323NavirnarHestur211m
324Kambur, PorkeriSuðuroy206m
325SkálhøvdiSandoy203m
326LítlafjalIStreymoy198m
327Fjallið, HaldarsvíkStreymoy188m
328NorðarafjallEysturoy172m
329SunnarafjallEysturoy171m
330VørðanEysturoy169m
331VatnfelliEysturoy165m
332LíðarfjallNólsoy152m
333TrælanípaVágar142m
334SalthøvdiSandoy139m
335HøvdinSkúgvoy134m
336EystnesEysturoy130m
337HúkslondEysturoy129m
338BrigðufelliEysturoy122m
339HøganesEysturoy114m
340FjalliðKoltur101m

Kelda: Umhvørvisstova