Fótbóltssamband Føroya
Eyðvør Jacobsen, venjari hjá U16 landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum í novembur mánað fer á stutta venjingarlegu í Danmark.
Í døgunum 19. til 22. novembur fer U16 landsliðið við gentum á stutta venjingarlegu í Danmark, har liðið skal spæla tveir venjingardystir.
Fyrri dysturin verður ímóti HB Køge tann 20. novembur, meðan seinni venjingardysturin verður ímóti Sundby BK tann 22. novembur.
Eyðvør Jacobsen er venjari hjá U16 gentum, og tær 18, ið eru úttiknar til venjingarleguna í Danmark eru hesar:
Petsy Káradóttir Nielsen, AB
Sigga Smæra Jónasdóttir Næs, B36
Lilja Eiriksdóttir Højsted, B71
Hanna Jacobsen, FC Hoyvík
Maria Bjarnadóttir, FC Hoyvík
Anita Næss, FC Hoyvík
Olivia Kristiansen, FC Hoyvík
Sarita Tórleifsdóttir, FC Suðuroy
Elin Elmelund Hansen, HB
Mikala Johannesen, HB
Heidi Jacobsen, KÍ
Aleksandra Zachariassen, KÍ
Rannvá Ryan, KÍ
Billa Martinsdóttir Justinussen, NSÍ
Vivia Lind Magnusardóttir, NSÍ
Tóra við Gil, Víkingur
Miriam Stauss, Víkingur
Sára Justinussen, Víkingur
