Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.11.2025 10:44

Venjingardyst móti Ungarn

Hósdagin 13. novembur skal U21 landsliðið á vøllin aftur, tá venjingardystur móti Ungarn er á skránni - Mynd: Jóhanna ThomsenHósdagin 13. novembur skal U21 landsliðið á vøllin aftur, tá venjingardystur móti Ungarn er á skránni - Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

FSF hevur fingið avtalu í lagi ungverska fótbóltssambandið, at U21 landsliðið spælir venjingardyst móti Ungarn hósdagin 13. novembur.

Fyri fyrstu ferð síðani Føroyar fóru undir U21 landsliðsvirksemi, er tað eydnast FSF at fáa ein venjingardyst í lag ímóti øðrum landi.

Fótbóltssamband Føroya hevur nevniliga gjørt avtalu við Ungarn, at Ungarn og Føroyar møtast í venjingardysti fríggjadagin 13. novembur. Dysturin verður spældur á Új Hidegkuti Nándor Stadium í ungverska høvuðsstaðnum, Budapest.

Venjingardysturin móti ungarum er samstundis góð fyrireiking til EM undankappingardystin á útivølli móti Frankaríki, sum er á skránni fýra dagar seinni.

Hvussu føroyski U21 hópurin til dystirnar í novembur fer at síggja út, verður kunngjørt á tíðindafundi á Tórsvølli komandi mánadag.