Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.12.2022 13:43

Venjarin hjá Breiðablik er spentur

Mynd: Vísir.is (Óskar Hrafn Þorvaldsson)

Óskar Hrafn Þorvaldsson, høvðusvenjari hjá Breiðablik er fegin um nýggja áleyparin úr Rituvík.

Í samtalu við íslendska miðilin Vísir.is, sigur hann millum annað, at tað er langt síðani at Breiðablik hevur havt ein veruligan 9´ara, ein orduligan áleypara, sum skal gera mál.

Hann sigur, at Klæmint er ein kvalitetsáleypari, sum hevur nógvar royndir, bæði úr føroyskum fótbólti, men eisini í altjóða fótbólti.

Eisini fær venjarin spurningin, um Klæmint og hin føroyski leikarin Patrik Johannesen kunnu samanlíknast. Men til tað sigur hann, at einasta líkheitin millum teir er, at teir báðir eru føroyingar.

Øll samrøðan kann annars lesast her: https://www.visir.is/g/20222352071d/oskar-hrafn-um-klaemint-vid-hofum-saknad-thess-ad-hafa-hrein-raektada-niu