Mynd: IMAGO /Geisser
Kelda: KVF
Tað váttar Torben Koch, verji hjá Mikkjali Thomassen.
Danski advokaturin, ið eisini er verji hjá danska Politiforbundet, sigur við útvarpið, at Mikkjal Thomassen upprunaliga var skuldsettur fyri tvey harðskapsmál og tvey mál um hóttanir. Men nú ákæruritið er skrivað, eru skuldsetingarnar um harðskap sleptar, sigur Torben Koch.
Mikkjal Thomassen er nú bert ákærdur eftir grein 266 í revsilógini, ið snýr seg um hóttanir.
Advokaturin leggur afturat, at málið væntandi kemur fyri Føroya Rætti um fýra mánaðir, og at Mikkjal Thomassen noktar seg sekan og krevur frídøming í málinum.
Deil á Facebook