EB/Streymur skrivar:
EB/Streymur hevur longt samstarvið við verandi venjaratoymið. Sigfríður Clementsen heldur fram sum høvuðsvenjari, meðan Jákup Mikkelsen og Niels Pauli Danielsen eisini eru knýttir at sum hjálparvenjarar í 2026.
Sigfríður fer undir sítt fjórða kappingarár, á hesun sinni, meðan Jákup og Niels Pauli komu í toymið í fjør. Við hesum vísir felagið álit á arbeiðið sum er gjørt og ætlar at byggja víðari á tað menning, ið er farin fram seinastu árini.
Í viðmerking sigur formaðurin, Theodor í Búrstovu, soleiðis:
“Vit eru sera glað fyri, at venjaratoymið hjá besta mansliði felagsins hevur valt at halda fram í 2026. Teir hava víst stóran eldhuga, professionalismu og hava sterka fatan av virðum felagsins. Støðufesti er avgerandi fyri okkara menning, og vit eru sannførd um, at hetta stuðlar undir framhaldandi at styrkja bæði liðið og felagið sum heild. Afturat hesum eru vit eisini fegin um, at ítróttarstjórin heldur fram í starvinum. Hann hevur havt ein týðandi leiklut í menningini av felagnum og í at tryggja eina greiða linju millum leiðslu, venjarar og leikarar. Støðufesti í lyklarollum er av alstórum týdningi, um vit skulu røkka okkara málum og halda fram við einari miðvísari og burðardyggari menning. Vit trúgva uppá, at hettar gevur okkum bestu fortreytirnar fyri, at menna bæði ítróttarliga og organitoriska partin av felagnum komandi árini.”
