Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.08.2024 09:00

Venjaratoymið hjá NSÍ heldur fram næsta ár

NSÍ

Asbjørn Tungá og Símun Rógvi Hansen hava báðir longt sáttmálan við NSÍ við einum ári.

Tað merkir, at venjaratoymið hjá NSÍ samlað sæð er uppá pláss til næsta kappingarár. Jens Wedeborg og

Jóhan Esmarsson Heimustovu hava sáttmála við NSÍ, ið er galdandi næsta kappingarár eisini.

Tað er eingin loyna, at tað er krevjandi at reka eitt lið í bestu deildini í dag.

– Kontinuitetur er ógvuliga týdningarmikil í liðítrótti. Tað tekur tíð at skapa framgongd, bæði sum

leikari, lið og venjari. Tíðin er farin frá tí, at tað var ein venjari, sum tók sær av øllum sjálvur.

Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og ymiskar. Tí er eg ógvuliga fegin um, at vit kunnu halda fram við

sama venjaratoymi í 2025. Vit trívast sera væl saman, bæði persónliga og fakliga, sigur

høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg.

Vit eru í gongd við eitt frálíkt kappingarár, og venjaratoymið eigur sín stóra part av hesum góða árinum.

Vit í NSÍ-leguni eru tí sera takksom fyri, at Asbjørn heldur fram sum hjálparvenjari, og at Símun Rógvi framhaldandi kemur at venja okkara málmenn.