Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.03.2023 19:39

Venjaraskifti hjá kappróðrarfelaganum í Eysturkommunu

Mynd: Kappróðrarfelagið Tindur

John Reid Ziska, sum hevur verið venjari seinasta árið, hevur biðið um at verða loystur úr starvinum. Tíðin strekkir ikki til, og hann ynskir okkum alt tað besta í kappingarárinum, sum nærkast.

Í hansara stað hevur nevndin sett Astu Sofíu á Reynatrøð sum venjara. Hon fer at taka sær av tekniska partinum av venjingunum, umframt at hon sjálv fer at rógva við Leikalind kvinnum.

Asta Sofía hevur hevur drúgvar royndir í kappróðri, og vit eru sera fegin um at hava fingið hana í felagið.

Í ár fara 7 manningar at rógva á Gøtuvík og til stevnur, og vit fara at gera okkara til, at tað verður spennandi fyri okkara viðhaldsfólk at fylgja við bláu kappróðrarbátunum í Tindi.