Demokratia
Á demokratia.fo er yvirlit við kvinnunum, sum bjóða seg fram á kommunuvalinum 2024
Nýsnøggaða heimasíðan hjá Demokratia gevur tær møguleika at leita fram, hvørjar kvinnur bjóða seg fram í júst tínari kommunu. Til ber at seta flugubein við einstakar kommunur, ymisk politisk evni og valevnislistar, og soleiðis kanst tú finna fram til, hvør kvinna er tann rætta hjá tær at velja.
Vantandi javnstøða í uppsitlling hevur leingi verið ein stórur snávingarsteinur fyri arbeiðið at fáa javnstøðu í politikk. Tó so er støðan batnað so líðandi, og kvinnurnar, sum bjóða seg fram hesaferð, eru fleiri í tali enn áður. Tað er at fegnast um, at so nógvar kvinnur bjóða seg fram í ár.
Nú hava vit ein sjáldsaman møguleika at fáa javnstøðu á einum kommunuvali fyri fyrstu ferð, og á tann hátt at skriva føroyska valsøgu.
Av øllum valevnunum eru 60,6% menn og 39,4% kvinnur. Hetta er beint uttan fyri javnstøðumarkið, sum er 60/40.
Sostatt eru vit so tætt við javnstøðu í uppstilling, at eingin orsøk er til, at vit ikki kunnu megna fulla javnstøðu í kommunustýrunum kring landið, tá atkvøðurnar eru taldar týskvøldið 12. november.
Nógvar av teimum uppstillaðu eru at finna á heimasíðuni hjá Demokratia. Enn hava ikki øll kvinnuligu valevnini sent mynd og tekst inn, men tær verða lagdar inn so hvørt. Stillar tú upp, kanst tú senda mynd og tekst til demokratia@demokratia.fo