Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.03.2026 11:42

Veljið lista A til Fólkatingsvalið!

Lesarabræv

Ein atkvøða frá A fyri væl umtókta valevninum hjá C er í roynd og veru eisini ein atkvøða fyri B – hugsið um tað!

Latið okkum standa saman og velja Fólkaflokkin, so vit aftur fáa eitt umboð á Fólkatingi.

Sessurin gevur flokkinum ein stóran pall, og vit síggja, hvussu C og B fáa eyka musklar til at føra sín politikk – tað kunnu vit ikki lata okkum lynda.

Tað sær út til, at C fær eitt heilt óvanliga gott val – Sjúrður Skaale er tryggjaður. Vónandi fara A-veljarar at velja okkara flokk, tí ein fólkafloksatkvøða fyri fyri C er í roynd og veru eisini ein atkvøða fyri B. Hugsið um tað! Og C er og verður ein stuðul hjá eini reyðari stjórn.

Fólkaflokkurin vil brúka ein fólkatingssess sum ein borgarlig rødd, ið virkar til frama fyri føroyskum áhugamálum – og bara føroyskum áhugamálum.

Hendan røddin hevur manglað í alt ov langa tíð, og nú er ov mikið. Nú er tíð til, at Fólkaflokkurin verður aftur á Fólkatingi.

Gott Fólkafloksval val, øll somul!

Bárður á Lakjuni