Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.12.2022 21:32

Vel framburð og vælferð – Vel Fólkaflokkin! (Løgtingsval 2022)

Mynd: Uni Rasmussen

Lesarabræv

Góði veljari
Nú stundar til, at valhølini verða latin upp, og tú skalt taka eina avgerð um, hvør skal umboða
teg á Føroya løgting.


Vit hava í valstríðnum víst á, hvat vit ætla at arbeiða fyri. Vit ætla at lætta um hjá teimum
veikastu, stuðla barnafamiljuni og uppraðfesta almanna- og heilsumál. Men vælferð kemur
ikki av sær sjálvari!


Vinnan skal hava tryggar og varandi karmar, so búskapurin framhaldandi kann vaksa. Tí má
tað gerast hugaligari hjá borgarum at arbeiða. Skatturin hjá lág- og miðalløntum skal
lækkast, og avgjøldini skulu minkast.


Vit í Fólkaflokkinum eru púra greið – Vit ynskja, at framburðurin skal halda fram. Vinnan skal
sleppa at menna seg og vaksa, sum kemur øllum samfelagnum til góðar. Vit fara tí á val fyri
at tryggja framburðin og vælferðina í hesum landi.


Far tí á val og vel Fólkaflokkin!
Gott val!


Uni Rasmussen
valevni hjá Fólkaflokkinum