Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.01.2024 12:06

Vegurin um Gøtueiði var stongdur eina løtu

Fyri gott einum tíma síðani var vegurin Gøtueiði stongdur eina løtu.

Sambært átaksleiðarin í Eysturkommunu, Gunnari Olsen, so var orsøkin tann, at ein trailari hevði rent seg fastur og tarnaði ferðsluni.

Tískil var vegurin stongdur frá Skipaneskrossinum og við innkoyringina til Syðrugøtu.

Men fyri løtu síðani var vegurin latin uppaftur, og ferðslan koyrir nú aftur sum vanligt.