Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.01.2026 13:51

Veðurlagslóg bygd á vitan – ikki á smart populistisk hugskot

Lesarabræv

Svar til lesarabræv hjá Ben Arabo, sum hevur arbeitt í oljuvinnuni og er kendur forsprákari fyri, at vit skulu halda fram at nýta olju.

Í lesarabrævinum eru nógv uppáhald, sum – fyri at siga tað milt – eru tikin úr leysum lofti.

Taka vit uppáhaldið um, at Bretland “fer í næstum at strika sína veðurlagslóg”, so er tað snøgt sagt ikki rætt. Veruleikin er, at tað er ein andstøðupolitikari – forkvinnan í Konservativa flokkinum – sum hevur givið eitt politiskt lyfti til sínar veljarar um, at um hon kemur til valdið, vil hon strika veðurlagslógina.

Men hon er ikki komin til valdið. Tað, sum í veruleikanum hendir, er, at sitandi stjórn í Bretlandi júst nú hevur gjørt eina risastóra og søguliga millumtjóðaavtalu við fleiri onnur lond um grøna orku, sum skal geva streym til milliónatal av húskjum í Evropa. Og í farnu viku fanst Trump hvassliga at Bretlandi fyri at vilja útfasa nýtsluna av olju og gassi.

So her hevur Ben Arabo misskilt okkurt – ella roynir hann við vilja at reingja veruleikan.

Í sama viðfangi nevnir Ben Arabo, at USA hevur tikið seg úr Paríssáttmálanum, sum um tað skuldi verið ein eyka góð próvførsla. Men hetta sigur ikki so lítið um Ben Arabo, tí hetta er bara eitt av mongu dømunum um ábyrgdarleysu atferðina hjá Donaldi Trump.

Ben Arabo førir eisini fram, at ein føroyskur veðurlagspolitikkur er skeivur, gagnleysur og skaðiligur, og at vit ikki hava eina veðurlagskreppu.

Hetta er ikki í tráð við ta vitan, sum vísindin í dag hevur um veðurlagið – nevniliga, at útlát hjá menniskjum av CO2 og øðrum veðurlagsgassum er høvuðsorsøkin til ta upphiting, sum verður staðfest í dag. Ein og hvør, sum fylgir við í tíðindunum, kann staðfesta, at hitamet verða sett hvørt ár og hvønn mánaða. Økti hitin elvir til veðurlagsbroytingar, ið fara at gera, at korini hjá okkara eftirkomarum versna munandi.

Og legg til merkis: Hetta er ikki ein politisk meining, hetta er vísindaliga grundað vitan.

Grønt orkuskifti er ein íløga – ikki ein byrða

Ben Arabo lýsir grøna orkuskiftið sum eina vanlukku fyri búskapin. Men veruleikin er nógv meira fjøltáttaður.

Í mongum londum er varandi ella grøn orka longu bíligari enn fossil orka. Vindur og sól eru í dag millum tær bíligastu orkukeldurnar í heiminum. Tað er ein høvuðsorsøk til, at so nógv lond leggja um til grøna orku.

Samstundis skapar grøna orkuskiftið nýggj størv, nýggja vitan og nýggjar vinnur. Hetta er ikki ein avindustrialisering – tað er ein umlegging av ídnaðinum, sum gagnar okkum øllum.

Oljan gav vælferð – men hon er ikki framtíðin

Ben Arabo hevur rætt í, at fossil orka hevur verið grundarlagið undir okkara núverandi vælferð. Men við teirri vitan, vit hava í dag um, hvussu CO2-útlátið ávirkar hitan og veðurlagið, mugu vit síggja í eyguni, at vit kunnu ikki halda fram at nýta olju og aðra fossila orku sum nú.

Smá lond hava eisini ábyrgd

Eitt vanligt argument er, at Føroyar eru ov smáar til at gera mun. Men um øll smá lond hugsaðu soleiðis, hevði einki hent. Vit eru partur av einum altjóða samfelagi. Vit njóta gott av samhandli, trygd og samstarvi – og tí hava vit eisini eina skyldu at taka okkara part.

Harafturat er CO2-útlátið hjá Føroyum fyri hvønn íbúgva millum tey hægstu í heiminum, og tað leggur eina serliga ábyrgd á okkum.

Sosial rættvísi má vera við í politikkinum

Ben Arabo hevur rætt í einum: Grøn átøk mugu gerast sosialt rættvís. Tað skulu ikki vera tey lágløntu, sum bera størstu byrðarnar. Men tað er ikki eitt argument ímóti veðurlagspolitikki – tí vit kunnu eisini spyrja, um oljuvinnan og oljupengar raka so øgiliga rætt sosialt?

Sjálvandi skal ein skilagóður veðurlagspolitikkur sameina grøna umlegging við sosialum atliti.

Veðurlagslóg er eitt amboð – ikki eitt mál í sær sjálvum

Ein veðurlagslóg er ikki ein “gandastavur”. Veðurlagslógin er eitt amboð, sum skal tryggja, at politiska arbeiðið er langtíðarskygt, gjøgnumskygt og byggir á vitan. Hon skal hjálpa Føroyum at taka ábyrgd, men eisini at menna nýggjar møguleikar.

Her skal vísast á, at FNU í hoyringsskrivi hevur víst á fleiri viðurskifti, sum kunnu betrast í verandi uppskoti, ið vit halda er ov veikt og ov lítið ítøkiligt.

At velja vitan fram um einfaldar loysnir

Veðurlagsmálið er fløkt. Tað hevur ongar einfaldar loysnir. Tí er tað vandamikið, tá fólk sum Ben Arabo við populistiskum orðasnildni skýra trupulleikan sum hysteri og propaganda.

Vit eiga at lurta eftir og halda okkum til vísindina, sum hevur brúkt áratíggju til at skilja veðurlagið – heldur enn teimum, sum lova lættar loysnir her og nú og samstundis sleppa sær undan ábyrgd.

Tí eiga vit als ikki at koyra veðurlagslógina í skrell, men tvørturímóti fáa eina so skilagóða veðurlagslóg sum til ber, ið skal brúkast rættvíst og við ábyrgd fyri framtíðini hjá okkum øllum.

Jón Kragesteen

Formaður í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

29. januar 2026