Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi.
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin fer hann í útsynning og minkar niður í lot til frískt lot 3 til 8 m/s. Tað dregur á luftina og tað fer at regna ella æla, serliga í sunnaru partum av landinum. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin millum 9 og 14 stig.
Sólarris: 03:54 Sólsetur: 23:09