Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.04.2026 08:14

Veðrið: Týsdagin 7. apríl

Dronumynd: Pætur á Líknargøtu

Veðurstova Føroya

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Seinnpartin samregn, og sum frá líður lækkar hann niður í sunnan. Í kvøld støkkur hann vesturum til útsynning og minkar vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Fram ímóti midnátt slítur í. Í nátt lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Út á fyrrapartin í morgin veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, ádrigið og okkurt ælið í støðum. Hitin í dag 7 til 10 stig; í nátt niður í 2 stig í støðum.

Sólarris: 06:30 Sólsetur: 20:29