Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.08.2025 09:57

Veðrið: týsdagin 5. august

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum frá líður vestan, einaferð seinnapartin og í kvøld frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s. Sólglottar og okkurt ælið, sum frá líður turt fyri tað mesta. Seint í kvøld ella í nátt driv í støðum.

Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið 10 til 14 stig.

Sólarris: 05:01 Sólsetur: 22:02