Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.11.2025 08:18

Veðrið: Týsdagin 4. november

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.

Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, eitt skifti skrið, 18 m/s. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Út á kvøldið minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. 

Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot, mest norðan, 3 til 8 m/s. Fyrst skýggjað og okkurt ælið, sum frá líður turt fyri tað mesta og sólglottar. Hitin alt samdøgrið 6 til 11 stig.

Sólarris: 08:06 Sólsetur: 16:12