Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.12.2024 10:11

Veðrið: týsdagin 31. desember

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.

Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, skýggjað og turt fyri tað mesta og hitin úr frostmarkinum niður í -5 stig. Út á seinnapartin veksur hann vindin til frískan vind upp í hvassan vind ella skrið av landnyrðingi, 10 til 18 m/s, yvirhøvur skýggjað og kavaæl. Hitin -2 til 2 stig. Seint í kvøld minkar hann vindin nakað, tó framvegis frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi-norðuri, 10 til 15 m/s, út á náttina og mikudag fyrrapart norðan. Hitin -2 til 2 stig.