Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.09.2025 08:17

Veðrið: Týsdagin 30. september

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, í støðum bert lítið lot, minni enn 5 m/s; hálvskýggjað, høgt skýloft og yvirhøvur turt, við sólglottum fyrrapartin. Í kvøld frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Í nátt frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og sum frá líður regn. Fyrrapartin í morgin slítur í og eitt skiftið minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s; men veksur síðani aftur upp í frískan til strúkan vind, 8 til 13 m/s. Hitin 10 til 13 stig.

Sólarris: 07:30 Sólsetur: 19:02