Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi kl 12:00.
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað, tó í støðum hálvskýggjað, og yvirhøvur turt. Sum frálíður lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, tað dregur á luftina og seinnapartin okkurt ælið. Hitin 5 til 8 stig.
Í nátt veksur hann upp í frískan vind upp í hvassan vind, framvegis vestan, 10 til 15 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 5 til 8 stig.
Fyrrapartin í morgin framvegis frískur vindur upp í hvassan vind, men hann gongur upp í útnyrðing, 10 til 15 m/s, tó í støðum upp í skrið, 18 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 4 til 8 stig.
Sólarris: 09:51 Sólsetur: 15:07
