Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.
Frískur vindur upp í hvassan vind vestan ella av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, í støðum skrið, 18 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 1 til 5 stig. Seinnapartin minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Út á kvøldið veksur hann vindin til frískan vind upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s, út á náttina og fyrrapartin í morgin hvassur vindur, 15 m/s. Samdrigið og út á fyrrapartin í morgin driv í støðum. Hitin 3 til 8 stig.
Sólarris: 07:24 Sólsetur: 17:54
