Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi.
Lot til frískt lot av útsynningi, sum frá líður vestan, 3 til 8 m/s. Skýggjað og fyrst regn ella ælaveður, men sum frá líður smáskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin lækkar hann spakuliga í sunnan. Í nátt veksandi vindur upp í frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Tað dregur á luftina og tað fer at regna. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 11 stig.
Sólarris: 05:19 Sólsetur: 21:30