Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft, onkur sólglotti og ælaveður, í støðum grov æl. Móti middegi og fyrst seinnapartin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Miðskeiðis seinnapartin veksur vindurin skjótt upp í skrið ella storm av útsynningi, 18 til 23 m/s, í støðum upp í storm, 25 m/s; samdrigið og regn. Fyrst sunnanfyri. Tíðliga á kvøldinum minkar vindurin nakað niður í hvassan vind ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s, í støðum upp í storm 23 m/s. Um náttina bert millum hvassan vind og skrið, 15 til 20 m/s, og ælaveður. Fyrrapartin í morgin strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, skýggjað og bert okkurt ælið. Hitin 6 til 10 stig.
Sólarris: 07:43 Sólsetur: 16:36