Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi kl 12:00.
Strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, sum út á fyrraprtin lækkar niður í sunnan, 13 til 18 m/s. Samdrigið og regn, í støðum nógv regn. Hitin 4 til 9 stig.
Út á seinnapartin minni regn ella ælaveður.
Í kvøld framvegis strúkur í vindi upp í skrið, men hann gongur upp í útsynning, 13 til 18 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin 4 til 9 stig.
Í nátt minkar vindurin niður í lot til frískt lot og hann hækkar so líðandi upp í norðan og móti morgni gongur hann yvir í eystan, 3 til 8 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin frá frostmarkinum og upp í 5 stig.
Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og okkurt ælið. Hitin 2 til 7 stig.
Sólarris: 07:47 Sólsetur: 17:34
