Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.10.2025 08:17

Veðrið: Týsdagin 21. oktober

Veðurstova Føroya

Morgunveðrið – t.e. forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.

Strúkur í vindi upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, samdrigið og regn. Tá líður á fyrrapartin minkandi norðan- og vestanfyri niður í frískan vind upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s; sunnanfyri niður í lítið lot eystan, minni enn 5 m/s. Um alt landið samdrigið og ælaveður. Í kvøld og fram til middags í morgin lot til frískt lot eystan og av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 5 til 10 stig.

Sólarris: 08:26 Sólsetur: 17:54