Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.06.2025 07:35

Veðrið: týsdagin 17. juni

Veðurstova Føroya

Morgunveðrið – t.e. forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Í kvøld gongur hann niður í sunnan, sum frá líður dregur á luftina. Í nátt lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og regn ella ælaveður. Fram ímóti morgni støkkur hann vesturum til útsynning, og tað slítur í, tó ælaveður í støðum. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 8 til 13 stig.

Sólarris: 03:33 Sólsetur: 23:22