Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið, í støðum tám ella mjørki og fram ímóti middegi ella tíðliga seinnapartin okkurt ælið í støðum. Seint seinnapartin ella móti kvøldinum sól ella sólglottar og turt fyri tað mesta, tó framvegis onkur mjørkaflóki í støðum.
Fyrrapartin í morgin lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, sól ella sólglottar og turt fyri tað mesta, tó í støðum onkur mjørkaflóki. Hitin um dagin 12 til 16 stig, í nátt niður í 10 stig.
Sólarris: 04:08 Sólsetur: 22:56