Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.10.2026 09:16

Veðrið: Týsdagin 13. oktober

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til týsdagin á middegi.

Lot til frískt lot av landnyrðingi, tó sunnast í landinum av útsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. 
Fyrrapartin sum frálíður frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, sum líðandi lækkar niður í vestan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Seinnapartin skýggjað og ælaveður.
Í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. 
Í nátt frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið.
Fyrrapartin í morgin veksur hann til strúkur í vindi upp í skrið sunnan, 13 til 18 m/s. Samdrigið og regn.
Hitin um dagin millum 6 og 11 stig. Í nátt niður í 4 stig.

Sólarris: 08:04 Sólsetur: 18:20