Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.12.2024 07:39

Veðrið: týsdagin 10. desember

Mynd: Eysturoyarportalurin

Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi.

Lot til frískt lot vestan og av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum frá líður minkar niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Í nátt veksur vindurin upp í lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og tað fer at regna.

Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, sum frá líður gongur í útsynning. Samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin millum 3 og 8 stig.