Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.09.2025 10:15

Veðrið: sunnudagin 7. september

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin.

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, skýggjað og regn. Í nátt minkandi vindur niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, sum frá líður hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s, smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 15 stig.

Sólarris: 06:30 Sólsetur: 20:18