Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til mánadagin á middegi.
Frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin lækkar hann í útsynning. Skýggjað og ælaveður, sum frá líður regn. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og regn. Hitin millum 6 og 11 stig.
Sólarris: 07:43 Sólsetur: 18:45
