Veðurstova Føroya
Morgunveðrið – t.e. forsøgn galdandi til á middegi mánadagin.
Lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, sum fyrrapartin gingur niður í útsynning. Klárt ella smáskýggjað og sól ella sólglottar. Seinnapartin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, ádrigið og turt. Í kvøld gongur hann upp í vestan, skiftandi skýloft og turt. Hitin 1 til 5 stig; seinnapartin og restina av samdøgrinum 3 til 8 stig.
Sólarris: 05:04 Sólsetur: 21:44