Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.01.2026 11:18

Veðrið: Sunnudagin 4. januar

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin.

Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s, skiftandi skýloft og kavaæl. Seinnapartin minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind 5 til 10 m/s, sum frá líður skýggjað og longri millum ælini. Í nátt gongur hann vesturum til útnyrðing og minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skýggjað og bert okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin lítið lot, minni enn 5 m/s, samdrigið og turt. Hitin millum 4 kuldastig og 2 hitastig.

Sólarris: 09:48 Sólsetur: 15:16