Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.11.2026 09:36

Veðrið: Sunnudagin 29. november

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi fram til á middegi mánadagin.

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, samdrigið og sum frá líður regn. Seinnapartin gongur hann vesturum, og tað slítur í. Í kvøld frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður. Í nátt frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s, samdrigið og regn, í erva kanska vátakavi. Út á fyrrapartin í morgin støkkur hann vesturum, tað slítur í, tó okkurt æl, og vindurin minkar niður í lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin 3 til 8 stig.

Sólarris: 09:16 Sólsetur: 15:13