Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin.
Frískt lot til frískan vind um vestan, 5 til 10 m/s, ið sum frá líður lækkar í útsynning og minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Skýggjað og okkurt ælið, sum frá líður turrari tó mjørki í støðum, serliga vestanfyri. Í nátt frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, fyrrapartin í morgin vaksandi til frískan vind upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður, hitin um dagin 10 til 13 stig, í nátt niður í 7 stig.
Sólarris: 03:40 Sólsetur: 23:19